Útbúgving í orgulspæli

Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára preliminer útbúgving í orgulspæli.
Næmingar, ið verða mettir at standa eina preliminera orgulleikaraútbúgving eftir 3 ára útbúgving, kunnu verða upptiknir.

Preliminera orgulleikaraútbúgvingin endar við próvtøku.

Næmingurin skal, eftir 3 ára nám, hava førleika til, í kirkjuligum og í samkomuligum høpi, at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertspæl. Eisini skal næmingurin duga at gera forspøl til sálmar og leiða kór.

Tónleikaligar hjálærugreinir eru musikkteori, hoyrilæra, klaver, orgulkunnleiki, sangur, kórleiðsla og tónleikavitan.

Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music.

Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 3,5 tímar.

Kunngerð um útbúgvingina: https://www.logir.fo/Kunngerd/98-fra-02-07-2019-um-orgulleikarautbugving