Musikkskúlamiðnám

Føroyska musikkskúla-miðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið hevur til endamáls at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi.

Miðnámsstig liggur millum vanligan musikkskúla og musikkkonservatorium.

Vanliga byrjanarstigið er ájavnt 6. stigi hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music", og er eisini ájavnt donskum MGK-útbúgvingum

Málini eru, at fyrireika evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla, og lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari útbúgving til áhugaleikarar.

Útbúgvingin er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14-25 ár - bæði klassiskt og rytmiskt.

Tórshavnar Musikkskúli leggur miðnámið til rættis, og mest sum øll undirvísing fer fram í Havn.

Bert næmingar, ið kunnu metast at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorii eftir 3 ára miðnám, verða upptikinir. Hvørt skúlaár verða í mesta lagi 8 tikin inn.

Námið endar við próvtøku, og royndir verða hildnar á hvørjum ári.

Næmingurin rindar kommunala musikkskúlanum eitt gjald. Í løtuni er árlíga gjaldið kr 2400,- í Tórshavnar Musikkskúla.

Vikutímatalið hjá næminginum er umleið 9 tímar.Hugsanin er, at til ber at røkja annan skúla samstundis  - ella at hava annað arbeiði við síðuna av.

Umframt høvuðsljóðføri ella høvuðslærugrein, kunnu teori, hoyrilæra, musikksøga, kamartónleikur og improvisatión vera kravdar hjálærugreinir. Klaver er hjálærugrein hjá teimum flestu. 
Teori, kompositión, sangskriving, tónleikaframleiðsla og hoyrilæra kunnu vera høvuðslærugreinir.

Kunngerð um útbúgvingina:
Kunngerð um undirvísing í musikkskúlamiðnámi

Søk og les meira her