Kostnaður

Næmingagjald verður goldið til tann kommunala musikkskúlan og er ymiskt – alt eftir hvar tú býrt.
Gjald fyri eitt skúlaár er úr kr 500,- til kr 2.250,- 

At leiga ljóðføri kostar millum kr 250,- og kr 500 fyri eitt skúlaár.
Vanliga ber til at leiga tvey tey fyrstu árini.

Annar kostnaður
Næmingurin rindar fyri nótar, luttøku á stevnum osfr.

Samanspæl og orkestur verður roknað sum partur av at ganga í musikkskúla
og kostar ikki eyka.

Teori og hoyrilæra. Tá teori og hoyrilæra eru partur av samlaðu skúlagongdini, verður ikki goldið eyka fyri tað.
Gongur tú bert til musikkteori ella hoyrilæru, rindar tú fyri tað.

Royndir
Velur tú at fara til roynd hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music",
rindar tú eitt tilmeldingargjald. Kostnaðurin á stigunum 1- 8 er millum kr 600,- og kr 1300,-