Vel eitt ljóðføri

Tá tú skalt velja eitt ljóðføri, skalt tú velja eitt, ið tú hevur hug til at læra. Men tú mást samstundis hugsa um, hvørt tú kropsliga ert førur fyri at nýta ljóðføri.

Tú ert vælkomin at ringja til ein lærara, ið undirvísir í ljóðførinum, fyri at fáa vegleiðing um hetta.

Eisini er gott at hugsa um, hvørt ljóðførið er lætt at nýta saman við øðrum ljóðførum, sum til dømis í einum orkestri, tí samanspæl er sera stuttligt og ein týdningarmikil partur av tónleiki.