10-08-2009

Yvirlit frídagar 2009/2010

Skúlaárið 2009/2010 byrjar: mánadagin 17. august.

Heystfrítíð: leygardagin 10. oktober - sunnudagin 18. oktober

Jólafrítíð: leygardagin 19. desember - týsdagin 5. januar 
(tveir eyka frídagar íroknaðir)

Páskafrítíð: leygardagin 27. mars - týsdagin 6. apríl

Dýri Biðidagur: fríggjadagin 30. apríl

Kr. Himmalsfarardagur: hósdagin 13. mai

Hvítusunnufrítíð: leygardagin 22. mai - mánadagin 24. mai

Summarfrítíð: leygardagin 26. juni - sunnudagin 15. august.

GG. Allir nevndu dagar vera roknaðir sum frídagar.



Tveir felags frídagar í hesum skúlaárinum.

198 skúladagar eru tilsamans, og skúlaárið í musikkskúlanum fylgir fólkaskúlanum.

Í hesum skúlaárinum eru 2 dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar. Av tí at fólkaskúlarnir runt landið leggja frídagin ymiskar dagar, kann tað elva til trupulleikar í undirvísingini hjá musikkskúlalærarum. Vit áseta tí at felags frídagar í musikkskúlanum verða mánadagin 4. januar og týsdagin 5. januar 2010.

Um so er, at ein skúli ella lærari heldur vil nýta annan frídag, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað.

Rundskrivið í fullari longd sæst niðanfyri, og her sæst somuleiðis nær ið fólkaskúlin hevur royndir.

Rundskriv um frídagar í fólkaskúlanum 2009/2010

Martin Mouritsen