01-07-2005

Virkin í frítíðini

Musikkskúlanæmingar eru hetta summarið við í nógvum tónleikavirksemi uttanlendis. Ein klarinettkvintett er í Jyveskyla í Finlandi í sambandi við NUMU (Nordisk Union for Musikundervisning) ráðstevnu.
Strúkarar eru á skeiði í Helsinki hjá East Helsinki Music Institut og aðrir eru á summarmusikkskúla á Mors. Tvey orkestur eru á ferð, annað í Avstralia og hitt í New York. Í páskaferiuni vóru heili 85 spælarar í Italia í konsertørindum.