13-08-2007

Vælkomin í musikkskúla!

Musikkskúlin byrjar aftur hósdagin 16. august 2007 og skúlaárið fylgir fólkaskúlanum. Lærarar kunnu tó eftir avtalu gevast at undirvísa 1. juni 2008.

Vit vænta at allir næmingar møta stundisliga til undirvísing, venja, vísa áhuga og eru við í samanspæli, sum lærarar skipa fyri.

Um tú ivast í onkrum, kanst tú seta teg í samband við skúlan á staðnum, læraran ella við Martin Mouritsen, leiðara á tlf 216462. Telefonlisti er á vinstra bredda.

við heilsan

Martin Mouritsen, leiðari