29-11-2006

Úrslit frá royndunum í november 2006

Av teimum 84 næmingunum, ið høvdu meldað til roynd hjá ABRSM, vóru 75 uppi.

Tal av næmingum til roynd á teim ymsu stigunum:
á stigi 1 vóru 13 næmingar uppi
á stigi 2 vóru 16 næmingar uppi
á stigi 3 vóru 12 næmingar uppi
á stigi 4 vóru 6 næmingar uppi
á stigi 5 vóru 15 næmingar uppi
á stigi 6 vóru 2 næmingar uppi
á stigi 7 vóru 3 næmingar uppi
á stigi 8 vóru 4 næmingar uppi
1 var til “Preparatory Test”
1 var uppi í “ Performance Assessment”

31 stóðu royndina við “Passed”
18 stóðu royndina “With Merit” og
20 stóðu royndina við “Distinction”
og nøkur stóðu ikki royndina.
"Preparatory Test" og "Performance Assessment" eru ummælisroyndir. 9 góvu avboð.

Royndirnar vórðu hildnar í Havn. Helvtin av næmingunum var úr Havn og hin helvtin kom úr øllum landinum. Ljóðførisbólkarnir vóru soleiðis umboðaðir: 14 gittarar, 14, strúkarar, 11 træblásarar, 16 messingljóðføri og 19 klaver og 1 í sangi.