26-11-2008

Úrslit frá royndum 2008

Av teimum 61 næmingunum, ið høvdu meldað til roynd hjá ABRSM, vóru 57 uppi í november 2008.

Tal av næmingum til roynd á teim ymsu stigunum:
á stigi 1 vóru 14 næmingar uppi.
á stigi 2 vóru 12 næmingar uppi.
á stigi 3 vóru 7 næmingar uppi.
á stigi 4 vóru 10 næmingar uppi.
á stigi 5 vóru 5 næmingar uppi.
á stigi 6 vóru 0 næmingar uppi.
á stigi 7 vóru 2 næmingar uppi.
á stigi 8 vóru 6 næmingar uppi.

í “Preparatory Test” var 1 uppi.
í “ Performance Assessment” var eingin uppi.
Fýra góvu avboð.

27 stóðu royndina við “Passed”.
14 stóðu royndina “With Merit”.
10 stóðu royndina við “Distinction”.
Nøkur stóðu ikki royndina.
"Preparatory Test" og "Performance Assessment" eru ummælisroyndir.

Helvtin av næmingunum vóru úr Havn og hin helvtin úr øllum landinum. Ljóðførisbólkarnir vóru soleiðis umboðaðir: 7 gittarar, 9 strúkarar, 15 træblásarar, 17 messingljóðføri og 9 klaver.

Lærarar, ið høvdu næmingar til ABRSM roynd, fingu í dag úrslitini at bera víðari til næmingin.

Pappírið "Examination Mark Form" er ætlað at gjøgnumganga við næmingi/foreldrum. "Examination Mark Form" er ein meting í tølum og ein tekstur frá próvdómaranum.

Eitt diplom kemur seinni og tá er møguleiki at skipa fyri prógvhandan, um lærari ella skúli ynskja tað.

Fyri at melda til ljóðførisroynd á hægri stigi enn fimta, skal teoriroyndin 5.stig, vera staðin. Freist at melda til teoriroynd er 9. januar 2009 (teoriroyndin verður 5. mars 2009).

Á www.abrsm.org finnur tú allar upplýsingar um stykki, nótar, hoyrilæru, bólkaroyndir osfr.

Er okkurt at spyrja um, halt teg ikki aftur, men set teg í samband við Martin Mouritsen