15-05-2006

Um skúlaárið 2006/2007

Til lærarar musikkskúlans - og onnur við áhuga.

Lærarar eiga eftir sáttmálanum at fáa tímatalvuna 15. mai 2006. Sum kunnugt varð landsjáttanin hækkað 5.mai 2006.

Nú verður arbeitt við at fáa tilsvarandi játtanir frá kommunum, og at fáa tær at samsvara soleiðis, at tímabýtið runt landið verður eftir lutfalli av íbúgvum í kommununum.


Setanir 2006/2007

1) Lærarar, ið hava eina vanliga setan, halda fram á somu støðum við sama tímatali. Møguleikar eru tó fyri smærri broytingum sambært sáttmála.

2) Hjá lærarum í tíðaravmarkaðum størvum verða setanirnar av uttan aðra fráboðan enn hana, ið stendur í setanarbrævinum.

Lýsing eftir lærarum til skúlaárið 2006/2007 kemur í bløðini.

Martin Mouritsen, leiðari