21-10-2008

Tórshavnar Musikkskúli stongdur

Tórshavnar Musikkskúli er afturlatin í løtuni og letur upp aftur mánadagin 3. november 2008.

Báðir bygningarnir, Frúutrøð og Skansastova, verða umvældir nú meðan skúlaárið gongur, og tíverri ber ikki til at fremja undirvísing meðan hesar ábøtur verða gjørdar.

Næmingar, ið skulu til roynd í november, mugu gera avtalu við lærarar um undirvísing.

Tann undirvísing, sum vanliga fer fram aðrastaðni í Tórshavnar kommunu, heldur sjálvandi fram sum vanligt.