12-02-2010

Tónleikarar á veg

Ikki kann annað sigast enn, at fólk hevur tikið væl ímóti samstarvinum millum Norðurlandahúsið og Musikkskúlan, har ið evnaríkastu næmingarnir á Miðnámsskeiði Musikkskúlans hava havt konsertir í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tey ungu hava nú framført seks konsertir í røðini. Skráin hevur verið sera fjølbroytt við kamartónleiki, rytmiskum improvisatiónstónum og einum stórum "crossover" tiltaki, har ið allir 24 næmingarnir framførdu.

Nú fáa Vágafólk eisini møguleika at hoyra okkara ungu tónleikarar, ið koma allastaðni úr Føroyum, men eru næmingar á Musikkskúla Miðnám, ið er á Tórshavnar Musikkskúla.

Konsert verður mikukvøldið 17. februar í kl. 20.00 í Miðvágs kirkju, hóskvøldið 18. í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 20.00 og í Norðurlandahúsinum sunnudagin 21. februar kl. 16.00. 

Skrá og atgongumerki fáast á www.nlh.fo