09-09-2010

Tilmelda ABRSM ljóðførisroynd

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 17. september, og tey ið gjalda rættstundis, eru tilmeldað ABRSM.

Ljóðførisroyndir hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music" verða í seinnu hálvu í november 2010. Um nóg nógvir næmingar uttanfyri Tórshavn tekna seg, ber til at halda royndir á teimum støðunum, tá umstøðurnar annars tala fyri tí.

Kostnaður fyri hvørt stig sæst á seðlinum. Er okkurt at spyrja um, kanst tú venda til Martin Mouritsen á tlf 216462 ella martin@mmr.fo

Tilmeldingarseðil

Føroyskur tekstur um hugsan og endamál við royndunum.


Próvtøkuskráir (Syllabus)