10-06-2013

Tíðaravmarkað størv

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2013.

Størvini eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2013/2014.

16 tímar um vikuna í elbassi og kontrabassi í Nes Sóknar Musikkskúla, Musikkskúlanum í Vágum og í Tórshavnar Musikkskúla

2 tímar um vikuna í trummum og percussion í Musikkskúlanum í Vágum og 4 tímar um vikuna í Norðljómi.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 25.06.2013.

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
 
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo