07-11-2017

Tíðaravmarkað starv lýst leyst

10 tímar um vikuna at undirvísa í messingljóðførum í Suðuroyar Musikkskúla verða við hesum lýstir leysir at søkja til starvseting tíðarskeiðið 24.11.2017 –15.06.2018.

Umsóknarfreist: týsdagin 21. november 2017.

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo