01-11-2018

Tíðaravmarkað starv leyst at søkja

Í Suðuroyar Musikkskúla verða 10 tímar um vikuna at undirvísa í messingljóðføri og gittar lýstir leysir at søkja til setan frá 21. november 2018 og skúlaárið út.

Umsóknarfreist: 16. november 2018.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att:Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo