23-01-2006

Teoriroyndir hjá ABRSM 2006

Skrivligar teoriroyndir eru tríggjar ferðir um árið.

Næsta roynd er 1. mars. Tilmeldingarfreistin var úti hin 6.januar 2006.

Næsta teoriroynd verður 17.juni, og freistin at melda til er 18. apríl 2006.

Seinasti møguleiki í hesum árinum verður 2.november, og freistin at melda til er 31.august 2006.

Teoriroyndin á 5.stigi skal vera staðin áðrenn ein kann melda til roynd í ljóðførisspæli hægri enn á 5.stigi.

Teoriroyndir eru á øllum stigum frá 1 til 8 og kostnaðurin er:

stig 1 kr 210
stig 2 kr 220
stig 3 kr 225
stig 4 kr 275
stig 5 kr 280
stig 6 kr 350
stig 7 kr 365
stig 8 kr 375