09-06-2009

Teoriroyndir 13. juni 2009

Skrivligar teoriroyndir verða hildnar leygardagin 13. juni kl 10:00 í Mentamálaráðnum, Hoyvíksvegur 72.

Royndirnar hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music" eru á enskum, og til ber at fáa nakað av málsligari hjálp, um tørvur er á tí. 

Tað er bert loyvt at hava blýant og penn og onnur skriviamboð við sær til royndirnar.

Úrslitið fæst at vita umleið um ein mánaða. 

Næsta tilmeldingarfreist til teoriroynd er 7. september, og teoriroyndirnar verða mikudagin 4. november 2009.

5. stig í teori skal vera staðið, áðrenn ein kann melda til ljóðførisroynd hægri enn 5. stig.

Ljóðførisroyndir verða aftur í november 2009, og tann tilmeldingarfreistin er 18. september.

Martin Mouritsen
tlf 216462