25-06-2006

Strúkikvartettin Firrað

Í sambandi við at Dmitri Shostakovich fyllir 100 ár í ár, fer tónleikabólkurin Firrað at halda tvær konsertir, har strúkikvartettir eftir tónaskaldið verða at hoyra.

Í hesum sambandi hevur Firrað heitt á Mark Reedman at koma hendaveg til at leiðbeina og at spæla á viola.
Mark, sum er breti, er búsitandi í Reykjavík, har hann spælir við Íslenska Symfoniorkestinum og hevur Strengjasveit Tónlistarskólanns í Reykjavík undir hond. Eisini kann nevnast at hann var lærari hjá Angeliku.

Tey sum spæla eru: Angelika Nielsen og Jona Jacobsen, violin; Mark Reedman, viola og Tóri Restorff Jacobsen á sello.

Lagt verður fyri við føroyskum sálmalagi. Síðan verður tann 6 kvartettin í røðini av teimum 15, sum Dmitri Schostakovich skrivaði, spæld.
Hendan kvartettin varð skrivað í 1956 í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá tónaskaldinum. Í mun til flestu av hinum kvartettum hansara, er hendan glaðlynt og bjørt. Tó ber 3. satsurin, sum er ein passacaglia, brá av myrkrinum, sum so ofta eyðkennir tónleik hansara.
Aftaná steðgin verður kvartett nr. 9 eftir Dmitri spæld. Hetta verkið hevur ein heldur myrkari dám yvir sær (kanska tí hann var nýgiftur) og er tilognað triðju konu hansara, Irinu.
3.satsurin er týðuliga ávirkað av tvísporandi hestunum úr ouverturuni til Wilhelm Tell eftir Rossini. Shostakovich nýtur í stóran mun fugustílin, ið hann meistraði sum fáur.

Konsertirnar verða ávikavist í Fríðrikskirkjuni á Toftum mikudagin 5. juli kl 19:30, og í Mariukirkjuni í Tórshavn hósdagin 6. juli kl. 19:30. Konsertirnar eru ókeypis.

(Tekstur: Firrað)