22-06-2006

Strúkarar í Listaskálanum

Händel, Bach, Mozart og Schubert.

Fríggjadagin 23. juni kl. 19.00 verður konsert í Listaskálanum við tí eldra strúkaraorkestrinum í Tórshavnar Musikkskúla.
Leiðari fyri orkestrið er Bernharður Wilkinson. Orkestrið hevur spælt saman í 3 ár og hevur ført fram við fleiri høvi, har Tórshavnar Býráð, Mentamálaráðið ella Løgtingið hava havt brúk fyri góðari klassiskari framførslu. T.d. spældu tey, tá døgurði var í Norðurlandahúsinum, tá Margreta drotning vitjaði í Føroyum í fjør saman við familju síni. Teir flestu av limunum í orkestrinum spæla harafturat javnan við Føroya Symfoniorkestur.
Skráin fyri konsertina hetta kvøldið verður tónleikur eftir Händel, Bach, Mozart, Schubert o.fl., so her verður lagt upp til eitt frálíkt summarkvøld við vælljómandi tónleiki, sum nøkur av okkara ungu talentum framføra.
Ókeypis atgongd verður til konsertina.