15-06-2005

Starvslýsingar

Musikkskúlaskipanin
Lærarasetanir á hesum undirvísingarstøðum eru leysar at søkja.
Cello
5 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla, 4 í Klaksvíkar Tónlistarskúla og 2 í Fuglafjarðar Musikkskúla.
Klaver og blokkfloyta
3 tímar um vikuna á Viðareiði.
Klaver, blokkfloyta, tvørfloyta, gittar, klarinett og saxofon
við tilsamans 16 tímum um vikuna í Sandoyar Musikkskúla.
Tvørfloyta
6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum.
Tvørfloyta, klarinett og saxofon.
5 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla
Gittar
3 tímar um vikuna í Norðstreymoyar Musikkskúla, 4 í Norðljómi og 13 í Tórshavnar Musikkskúla.
Gitttar
4 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistarskúla, 4 í Nes Sóknar Musikkskúla, 7 Tórshavnar Musikkskúla og 5 í Suðuroyar Musikkskúla.
Trummur
3 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla og 5 í Suðuroyar Musikkskúla.
Klaver
14 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum.
Sangur og kór
5 tímar um vikuna í sangi og 7 í kóri í Tórshavnar Musikkskúla.
Messingljóðføri
6 tímar um vikuna í Norðljómi.
Førleikakrøv: lokið prógv frá musikkkonservatorium ella aðra tónleikaútbúgving á sama stigi.
Setanar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála millum Musikklærarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Setanartíðarskeið: skúlaárið 2005/2006.
Umsóknarfreist: 20. juni 2005.
Meira fæst at vita hjá leiðaranum Martin Mouritsen
Musikkskúlaskipanin
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn
Tlf 316462 / 216462