16-05-2018

Søkja eftir lærarum at byrja í august 2018

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2018.

Søkt verður eftir:

Lærara at undirvísa 6 tímar um vikuna í klaveri í Musikkskúlanum í Vágum. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara at undirvísa 10 tímar um vikuna í klassiskum klaveri og at hava fylgispæl á miðnámsstigi í Tórshavnar Musikkskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara at undirvísa 4 tímar um vikuna í kontrabassi, elbassi og samanspæli í Klaksvíkar Tónlistaskúla og 4 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara til Tórshavnar Musikkskúla 10 tímar um vikuna at hava spælistovu og kór. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara at undirvísa 10 tímar um vikuna í gittara í Suðuroyar Musikkskúla. Undirvíst verður í akustiskum gittarspæli við støði í klassiskum gittarteknikki. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara at undirvísa 5,5 tímar um vikuna í klassiskum gittara í Eysturkommunu Tónlistaskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara til Tórshavnar Musikkskúla at undirvísa 8 tímar um vikuna í obo, samanspæli, og at hava sang við flokkum í fólkaskúlum. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara at undirvísa 7 tímar um vikuna í klarinett og saxofon í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2018/2019.

Lærara til Tórshavnar Musikkskúla at undirvísa 12 tímar um vikuna í rytmiskum klaverspæli, rytmiskum samanspæli og í sangskriving á miðnámsstigi.

Lærara at undirvísa 10,5 tímar um vikuna í klarinett  í Tórshavnar Musikkskúla, 2 tímar um vikuna í klarinett og saxofon í Eysturkommunu Tónlistaskúla, 3,5 tímar um vikuna í Fuglafjarðar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Lærara at undirvísa 6 tímar um vikuna í gittara í Musikkskúlanum í Vágum, 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum Norðljómi og 5 tímar um vikuna í Fuglafjarðar Musikkskúla.
Undirvíst verður í siðbundnum tónleiki, rytmiskum tónleiki og djassi.

Lærara at undirvísa 6 tímar um vikuna í gittara í Tórshavnar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í Stranda Musikkskúla. Undirvíst verður í siðbundnum tónleiki, djassi og improvisatión.

Lærara at undirvísa 7 tímar um vikuna í tvørfloytu í Nes Sóknar Musikkskúla, 7 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla og 6 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Lærara at undirvísa 6 tímar um vikuna í trummum í Nes Sóknar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í Musikkskúlanum Norðljómi.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 6. juni 2018.

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo