16-05-2017

Søkja eftir lærarum at byrja í august 2017

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2017.

Søkt verður eftir:

Lærara at undirvísa 9 tímar um vikuna í violin í Tórshavnar Musikkskúla og 6 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla.

Lærara at undirvísa 13 tímar um vikuna í violin í Tórshavnar Musikkskúla.

Lærara at undirvísa 10 tímar um vikuna í klaveri í Suðuroyar Musikkskúla og 5,5 tímar um vikuna í Norðstreymoyar Musikkskúla.

Lærara at undirvísa 10 tímar um vikuna í messingljóðførum í Suðuroyar Musikkskúla.

Lærara at undirvísa 10 tímar um vikuna í klassiskum og rytmiskum guitar í Suðuroyar Musikkskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 10 tímar um vikuna í klassiskum klaveri og at hava fylgispæl á miðnámsstigi í Tórshavnar Musikkskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 6 tímar um vikuna í trummum í Nes Sóknar Musikkskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 4 tímar um vikuna í kontrabassi, elbassi og samanspæli í Klaksvíkar Tónlistaskúla og 4 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara til Tórshavnar Musikkskúla at undirvísa 12 tímar um vikuna í rytmiskum klaverspæli, rytmiskum samanspæli og í sangskriving á miðnámsstigi. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 5,5 tímar um vikuna í klassiskum guitar í Eysturkommunu Tónlistaskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 5,5 tímar um vikuna í guitar, bassi og samanspæli í Eysturkommunu Tónlistaskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 4 tímar um vikuna í guitar í Stranda Musikkskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara til Tórshavnar Musikkskúla at undirvísa 10 tímar um vikuna í obo, samanspæli, og at hava sang við flokkum í fólkaskúlum. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 10 tímar um vikuna í cello. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 7 tímar um vikuna í klarinett og saxofon. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 7 tímar um vikuna í tvørfloytu í Nes Sóknar Musikkskúla, 7 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla og 5 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lærara at undirvísa 5 tímar um vikuna í messingljóðføri og samanspæli í Klaksvíkar Tónlistaskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 6. juni 2017.

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo