19-05-2016

Søkja eftir lærarum

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2016
Stranda Musikkskúli:
4 tímar um vikuna í guitar
Norðstreymoyar Musikkskúli:
5,5 tímar um vikuna í klaveri
Nes Sóknar Musikkskúli:
6 tímar um vikuna í trummum
6 tímar um vikuna í violin
Klaksvíkar Tónlistaskúli:
6 tímar um vikuna í trummum
8 tímar um vikuna í guitar
4 tímar um vikuna í keyboard og klaver
Tórshavnar Musikkskúli:
12,5 tímar um vikuna í violin
10 tímar um vikuna í obo og samanspæli, og at hava sang við flokkum
Vikarur 5 tímar um vikuna í violin frá 1. september til 20. desember 2016
Sandoyar Musikkskúli:
Vikarur 2 tímar um vikuna í violin og 11,5 tímar um vikuna í klaver frá 1. september til 20. desember 2016
Suðuroyar Musikkskúli:
10 tímar um vikuna í klaveri
10 tímar um vikuna í messingljóðføri
10 tímar um vikuna í guitar. Ynskiligt er, at lærarin undirvísir í klassiskum og rytmiskum
Vikarur 15 tímar um vikuna í cello í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og í Fuglafirði skúlaárið 2016/2017.
Størvini eru tíðaravmarkað skúlaárið 2016/2017.
Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 6. juni 2016.
Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:
Musikkskúlaskipan Føroya
Stílað: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo, tlf. 21 64 62
www.musikkskulin.fo