26-03-2014

Søkja eftir lærara

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara.

At undirvísa 10 tímar um vikuna í messingljóðføri í Suðuroyar Musikkskúla.

Setanin er galdandi frá 07.04.2014 og restina av skúlaárinum.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.

Umsóknarfreist:05.04.2014.

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya

att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn

martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo