07-07-2017

Søkja eftir lærara

Lýsing eftir lærara.

4 tímar um vikuna sum sanglærari verða við hesum lýstir leysir at søkja. Tímarnir eru tíðaravmarkaðir til skúlaárið 2017/2018. Nærri fæst at vita hjá Martin Mouritsen, leiðara.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist:21. juli 2017.

Umsókn,við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att:Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo