16-10-2015

Søkja eftir gittarlærara

Musikkskúlaskipanin søkir eftir gittarlærara.

Musikkskúlaskipanin søkir eftir gittarlærara at undirvísa 20 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.

Ynskiligt er, at lærarin kann undirvísa í klassiskum og rytmiskum, at hann dugir at skipa fyri samanspæli, og at tað fellir lætt at samstarva.

Setanin verður frá hálvum november ella skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2015/2016.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 31. oktober 2015.

Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya

att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn

martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo