24-05-2016

Søkja eftir floytulærara

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara at undirvísa 7 tímar um vikuna í floytu í Nes Sóknar Musikkskúla skúlaárið 2016/2017.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 10. juni2016.

Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya

att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn

martin@mmr.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo