15-05-2008

Skúlaárið 2008/2009

Til starvsfólk í Musikkskúlaskipanini.
Viðvíkjandi tímatali og undirvísingarstøðum skúlaárið 2008/2009.

Lærarar við setanarbrævi halda fram næsta skúlaár á somu støðum við sama tímatali. Allir úrtíðartímar fella formliga burtur og nýggj avtala skal gerast.

Hjá lærarum í tíðaravmarkaðum størvum verða setanirnar av uttan aðra fráboðan enn hana, ið stendur í setanarbrævinum.

Broytingar næsta skúlaár verða endaliga gjørdar tá freistin at søkja størv er úti.

Lýst verður eftir lærarum tá løgtingsfíggjarlógin fyri 2008 er samtykt.

Martin Mouritsen, leiðari