03-01-2007

Sax í Suðuroy

Saxofonspælarar, lærarar og næmingar úr øllum landinum venja og spæla saman í Porkeri í Suðuroy 19. og 20. januar 2007.

Øll saxofonáhugað eru hjartaliga vælkomin til Porkeris hesar báðar dagarnar. Vant verður í størri og smærri bólkum á ymiskum stigum.

Venjingarnar byrja fríggjadagin kl 16 og tiltakið endar við einari framførslu leygardagin kl.15

Matur og leskidrykkur verður at fáa, og kostnaður er kr. 100,- fyri hvønn næmingin. Konta í Suðuroyar Sparikassa 9870-402.524.6

Bussrutan koyrir á staðið. Eru spurningar, kanst tú venda tær til Otniel Nygaard, samskipara, á tlf 210921 ella 371021t-post: skygd@post.olivant.fo