23-11-2010

Royndir í ljóðførisspæli

Í november 2010 fara 97 næmingar í musikkskúlaskipanini til próvtøku hjá “Associated Board of The Royal Schools of Music”. Próvdómari úr London kemur higar og tulkur er til staðar.

Royndir verða hildnar frá týsmorgni 23. november til leygardagin 27. november.

Royndirnar verða hildnar í Havn, í nýggja musikkskúlanum í Sørvági og í Klaksvíkar tónlistarskúla.


Á stigunum 1.- 4. eru 84 tilmeldaði, og á stigunum 5.- 8. eru 13 tilmeldaði.

Les meira um royndirnar: http://www.musikkskulin.fo/Default.aspx?pageid=6947

Martin Mouritsen
tlf 216462