18-11-2008

Royndir 18., 19. og 20. nov

60 næmingar í musikkskúlaskipanini fara til ABRSM roynd í ljóðførisspæli.

Royndirnar verða hildnar á loftinum í musikkskúlanum á Frúutrøð týsdagin 18. nov, mikudagin 19. nov og hósdagin 20. november.

Næmingarnir koma úr øllum landinum, spæla ymisk ljóðføri og fara upp á øllum átta stigum.

Próvdómari verður Vivien Laird.

Eru spurningar, kanst tú venda tær til Martin Mouritsen martin@mmr.fo , tlf 216462