11-04-2006

Orkesturstevna á Oyrarbakka

Blásaraorkestrið í Norðljómi, ið dagliga heldur til í barnaskúlanum á Oyrarbakka, hevði leygardagin 25. mars vitjan av blásarum úr Suðuroy og úr Gøtu.

Nógvir næmingar, foreldur og lærarar vóru við.

Konsert varð hildin í Eydnuni á Oyrarbakka - við øllum trimum orkestrum. Eisini spældu øll saman í stórum orkestri.

Myndin er frá degnum.