05-02-2010

Orkesturdagar í Havn

Tórshavnar Musikkskúli skipar í døgunum 15. og 16. februar fyri orkesturdøgum í Norðurlandahúsinum .

Eini 80 blásinæmingar úr Tórshavnar Musikkskúla fara at venja saman í stórum orkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson.

Tað er av alstórum týdningi fyri menningina hjá næmingunum at spæla saman í orkestri og tí er stig tikið til at hava árligar orkesturdagar.

Á orkesturdøgunum verður vant dúgliga og hugaligt er at næmingar í øllum aldri spæla tónleik saman við lærarum sínum í stórum blásiorkestri.

Orkesturdagarnir endað við konsert týskvøldið 16.februar kl. 19:00.

Á konsertini fer umframt stóra orkestrið eisini  ein lærarabólkur og ein guitarkvartett at framføra Tey sum manna guitarkvartettina eru: Alvi Joensen, Jóhannes Mü ller, Maria Olsen og Tróndur Høgnason.

Tað eru blásilærarar Tórshavnar Musikkskúla sum skipað fyri orkesturdøgunum

Atgongumerki á kr 80,- til konsertina týskvøldið 16.februar kl. 19:00 fáast á www.nlh.fo