29-11-2006

Orkester Norden 2007

Skrá fyri konsertferð hjá Orkester Norden 2007 er næstan liðug.
9. symfoni hjá Dvorak “úr nýggja heiminum” og 5. symfoni hjá Tchaikovsky eru á skránni. Okkurt nýtt verk kemur aftrat, eins og ein konsert fyri orkestur og sololjóðføri.

Venjing og ferð verða frá 18. juni til 15. juli, og ferðin verður í Skandinavia.

Tilmeldingarfreistin er 1. januar og upptøkuroyndir verða hildnar í teimum størru býunum millum 3. og 18.februar.

Støðið er høgt – umleið frá 8. stigi sammett við royndir hjá “Associated Board”.

Ein fyritreyt fyri yvirhøvur at koma við í metingarnar er, at tú hevur royndir at spæla í orkestri.

Orkesturnótar verða sendir til umsøkjarar áðrenn upptøkuroyndina.

Roynd er í blaðspæli - og transponerandi ljóðføri skulu royna tað.
Royndirnar verða tiknar upp á fløgu at nýta til úrval.

Tilmeldingarblað