11-10-2007

Norðljómur í Sunda skúlum

Norðljómur hevði skúlakonsertir í økinum hjá Sunda Kommunu 9. oktober.
Skúlarnir fingu vitjan av hesum vælspælandi orkestri mannað við ungum fólki úr Eysturoynni.
Børn koma heilt av Skálafjørðinum fyri at vera við.
Krumtappurin í orkestrinum eru lærararnir Oddur og Ólavur.
Teir hava saman við Súsonnu Hammer, musikkskúlaleiðara, arbeitt miðvíst saman fyri at manna orkestrið við leikarum úr oynni.
Foreldur av Skálafjørðinum og her í økinum hava tikið sær av flutningi.

Programmið í skúlakonsertini var hetta:
Oh, Súsanna
Pippi Smokkuleggur
Swint-it
Preludium
Í handil mín fer Lotta inn

Sí fleiri myndir á http://skular.sunda.fo/default.asp?id=1000561