13-08-2010

Musikkskúlin byrjar 16.aug 2010

Vælkomin í musikkskúla skúlaárið 2010/2011

Musikkskúlin byrjar aftur mánadagin 16. august 2010 og skúlaárið fylgir fólkaskúlanum. Lærarar kunnu tó eftir avtalu gevast at undirvísa 1. juni 2011.

Vit vænta at øll møta stundisliga til undirvísing, venja og vísa áhuga, og annars eru við í tí samanspæli, sum lærararnir skipa fyri.

Um tú ivast í onkrum, kanst tú seta teg í samband við skúlan á staðnum, tín lærara ella við Martin Mouritsen, leiðara á tlf 216462. Telefonlisti er á vinstra bredda.

við heilsan

Martin Mouritsen, leiðari
 
tlf 216462