Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2026
Søkt verður eftir:
Lærara at undirvísa í el-bassi, kontrabassi og rytmiskum tónleiki 4 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum, 4 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Lærara at undirvísa í cello 10 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Lærara at undirvísa í klaveri og messingljóðførum 9 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla og 5 tímar um vikuna í messingljóðførum í Tórshavnar Musikkskúla.
Lærara at undirvísa í blokkfloytu, klarinett, saxofon og samanspæli 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum og í blokkfloytu, klaveri og samanspæli 4 tímar um vikuna í Musikkskúlanum á Viðareiði.
Lærara at undirvísa í gittar 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vági og 6 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Lærara at undirvísa í orgulspæli á 3 ára prelimineru orgulleikaraútbúgvingini 10 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Lærarin skal eisini kunna undirvísa í klaveri. Næmingar kunnu vera úr øllum landinum.
Lærara at undirvísa í gittar og rytmiskum samanspæli 6 tímar um vikuna í Fuglafjarðar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í gittar í Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Lærara at undirvísa í klaveri 12 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/2027.
Lærara at hava musikkspælistovu 3 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/2027.
Lærara at hava musikkspælistovu 3 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/2027.
Lærara at undirvísa skúlaflokkum í sangi 6 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/2027
Lærara at undirvísa í gittar og rytmiskum samanspæli 5,5 tímar um vikuna í Norðljómi.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/2027.
Lærara at undirvísa í klaveri og rytmiskum tónleiki 7 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/2027.
Meira fæst at vita hjá Martin Mouritsen tlf 216462 martin@uvs.fo
Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 1. apríl 2026
Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, stjóri
Hoyvíksvegur 72, Box 9, FO 110 Tórshavn
martin@uvs.fo tlf 216462
www.musikkskulin.fo