29-06-2011

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara.

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara at undirvísa 15 tímar um vikuna í træblásiljóðførum í Suðuroyar Musikkskúla skúlaárið 2011/2012.

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Føroya Musikklærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist: 15. ju1i 2011.

Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn
 
martin@mmr.fo tlf. 306567/216462
www.musikkskulin.fo