07-12-2018

Musikkskúlakunngerðir til hoyringar

Kunngerðaruppskot til nýggju lógina um musikkskúlaskipan eru løgd til almenna hoyring. 
Talan er um løgtingslóg nr 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin).

Hoyringarfreistin er 7. januar 2019.

Uppskotini eru:
Kunngerð um undirvísing og próvtøku í musikkskúlaskipanini (musikkskúlamiðnám), herundir kærur og kærufreistir.
Kunngerð um virkið hjá kommunala musikkskúlaleiðaranum.
Kunngerð um virkið musikkskúlastjórans.
Kunngerð um orgulleikaraútbúgving.
Kunngerð um ráðgevandi nevnd fyri musikkskúlaskipanina

Uppskotini liggja á heimasíðuni www.mmr.fo undir ”uppskot til ummælis”.

Kunngerðin um námsfrøðilig ráð hevur verið til hoyringar.

Martin Mouritsen