06-03-2008

Musikkskúla-miðnám 2009

Kunnandi fundur um musikkskúla-miðnám verður hóskvøldið 12. mars kl 19 á loftinum í musikkskúlanum á Frúutrøð í Havn. Freistin at søkja er broytt til at vera 15. mars 2009.

Útbúgvingin er fyri næmingar, 14-25 ár, úr øllum landinum - bæði klassiskt og rytmiskt.

Musikkskúla-miðnámi hevur sum endamál:

1) at fyrireika næmingar, ið ætla at nema útbúgving á
musikkkonservatorium.

2) at geva føroyskum áhugaleikarum gott støði.

Upptøkuroynd
 er á vári, við eksternari døming, og bert næmingar, ið kunnu metast at standa konservatorii-upptøkuroynd eftir trý ára miðnám, verða upptikinir.

Tórshavnar Musikkskúli
 leggur miðnámið til rættis og øll undirvísingin fer fram í Havn. Sum sagt, tilboðið er fyri næmingar úr øllum landinum, og Musikkskúlaskipanin rindar ferðing.

Hvørt skúlaár verða í mesta lagi 8 tikin inn.

Vikutímatalið er umleið 10. Hugsanin er, at tað skal bera til at røkja annan skúla ella arbeiði samstundis.

Umframt høvuðsljóðføri ella høvuðsfak (teori, kompositión ella hoyrilæra kunnu eisini vera høvuðsfak), eru teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur og improvisatión kravdar lærugreinir.
Klaver er somuleiðis kravd lærugrein hjá teimum flestu.

Ársroyndir verða hildnar, og næmingurin skal prógva framstig.

Næmingagjaldið fyri eitt skúlaár er kr 2000,-, ið næmingurin rindar til Tórshavnar Musikkskúla.

Støðið er ájavnt donskum MGK-útbúgvingum. Vanliga byrjanarstøðið er ájavnt 6. stigi hjá "Associated Board of The Royal Schools of Music".

Formlig viðurskifti
Musikkskúlaskipanin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísingini. Enn er miðnámsútbúgvingin ikki lýst í lóg ella kunngerð. At útbúgvingin verður formliga staðfest fær týdning viðvíkjandi fíggjarligum stuðuli til næmingin eins og ferðagjaldi til undirvísingarstað.

Musikkskúlaskipanin rindar í løtuni ferðing hjá næmingum uttanfyri Tórshavn.

Tilmelding og upplýsing um Musikkskúla-miðnám 2009