01-06-2005

Lúðrasveit Vestmanneyja

Frá fríggjadegnum 3. juni til sunnudagin 5. juni vitja íslenskir tónlistaskúlanæmingar í Gøtu. Talan er um 20 børn í Lúðrasveit Vestmanneyja.
Íslendsku børnini og okkara messingorkestur venja saman fríggjakvøldið og leygardagin.
Sunnudagin koma eisini 25 næmingar úr Tórshavnar musikkskúla til Gøtu.
Øll hesi børnini, nøkur og 60 tilsamans, venja saman sunnudagin og enda dagin við felags konsert í fimleikarhøllini í Gøtu skúla kl. 17.
Umframt messingljóðføri verða onnur ljóðføri at hoyra so sum floyta, klarinett,, saxofon, trummur og annað slagverk