08-05-2007

Leiklutir urguleikara

Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, metir, at eins og føroyingar hava ein málpolitikk, áttu vit eisini at havt ein tónleikapolitikk, tí so kundi tónleikaarbeiðið í Føroyum verið betur samskipað.
Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, segði á Trapputingi um Fólkakirkjuna herfyri, at vit eiga nógvar góðar urgur í Føroyum, men at møguleikarnir fyri at gagnnýta tær ikki eru optimalar.
- Tí mugu vit seta størv av í kirkjuni til hetta, metti Jens Mortan Mortensen.
Hann vísti á, at felagið hevði sent eitt uppskot til Mentamálaráðið fyri góðum 4 árum síðani, hvussu tey høvdu hugsað sær, at arbeiðið hjá urguleikarum kundi verið skipað, men at einki svar var komið enn.
Formaðurin hjá organistunum greiddi eisini frá, at politikararnir høvdu játtað at pening, so at undirvíst kundi verða í urguleiki í Musikkskúlaskipanini, og at hesi fólk eisini vildu sleppa at spæla í kirkjunum, men at eingi verulig størv eru har. Sostatt finst undirvísing til urguleikarar, men einki skipað gjald er til urguleikarar, og útbúnir urguleikarar finnast, sum onga samsýning fáa.
- Vit hava ein málpolitikk, men vit hava ongan tónleikapolitikk. Vit hava nógv gomul sálmaløg, sum skulu haldast við líka eins og kvæði og sangur í skúlanum, segði Jens Mortan Mortensen, ið helt fyri, at vit hava t.d. læraraskúla, musikkskúla, dansifeløg og kirkjuna, men at okkum tørvar eina yvirordnaða skipan á hesum økjum.
Sum heild var tó semja á Trapputinginum um, at leikluturin hjá t.d. klokkarum og organistum ikki kann samanberast, av tí organistarnir ofta hava eina drúgva útbúgving í skjáttuni. Eisini segði eitt av fundarfólkunum, at kirkjan gjørdist fátækari, um leikfólkið varð lønt, men at neyðugt er at urguleikararnir fáa løn og eftirløn heldur enn ta samsýning, ið latin verður í dag, tí annars fáa vit ein stóran trupulleika um fá ár. Tí er neyðugt, at kirkjuráðini siga politikaranum, at løn og eftirløn skal til hendan fakbólk, varð sagt.
Harafturat segði Jens Mortan Mortensen, at tað er neyðugt at vit endurnýggja okkara sálmasang, so hann hóskar bæði í lagi og teksti til okkara tíð.
Nevnt var eisini, at Urguleikarafekagið áður í blaðkjaki hevur gjørt vart við, at meðan bispur er nevndur heilar 72 ferðir í lógaruppskotunum fyri ta yvirtiknu kirkjuna, so er deknur nevndur eina ferð, meðan klokkarar og urguleikarar als ikki eru nevndir.
- Vit koma í aðru røð, staðfesti Jens Mortan Mortensen, ið tó segði seg vóna, at arbeitt fór at verða við hesum, eftir yvirtøkuna. Hann viðgekk eisini, at hann helt tað vera løgið, at tey í teirra felagi ikki vóru kunnað um nakað í hesi yvirtøkutilgongd, og at tey ikki vóru við í nøkrum fylgibólki.

© Theodor E. D. Olsen - Sosialurin