13-09-2006

Klaverleikari til klassiskt fylgispæl

Musikkskúlaskipanin søkir eftir klaverleikara til klassiskt fylgispæl tilsamans 20 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.

Førleikakrav: Lokið prógv frá musikkkonservatorium ella útbúgving á sama stigi.
Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmala millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelagið.
Umsóknarfreist: 22. september 2006. Starvsetan frá 1. oktober 2006.

Nærri fæst at vita hjá Martin Mouritsen, leiðara.

Umsókn við prógvi, starvsroyndum og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Musikkskúlaskipanin
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn

martin@mmr.fo
tlf 316462 fartlf 216462 fax 316991
www.musikkskulin.fo