12-12-2006

Klarinettjól í Miðlahúsinum

Leygardagin 16.desember kl 15-18 spæla klarinettnæmingar úr øllum landinum kend jólaløg í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Annar tónleikur er eisini á skránni. Peder Riis Jensen, klarinettlærari, skipar fyri, og foreldur at næmingum hugna um við onkrum smávegis afturvið einum drekkamunni.

Føroya Klarinettorkestur hevur ætlanir um eina konsertferð til Álandsoyggjarnar næsta ár.