21-06-2007

Klarinettir í Havnar Kirkju

Leygarmorgunin 23.juni verður matiné við Føroya Klarinettorkestri. Á skránni eru vakurt ljómandi klarinett-ensemble arrangement. Orkestrið fer í juli mánaða konsertferð til Álands at taka lut í Alandia Jazzfestival, við aðrari skrá. Peder Riis-Jensen er leiðari fyri orkestrið.