18-10-2006

Heimstónleikur úr Norra á Frúutrøð

Tónleikarar úr Norra eru á vitjan og hava verkskeið við miðnámsnæmingum á loftinum í musikkskúlanum á Frúutrøð í Havn leygardagin 21.oktober kl 13-15.
Aðrir næmingar eru vælkomnir at lurta.

Rolf-Erik Nystrøm, saksofon, Frode Haltli, harmoniku og Håkon Thelin, kontrabass
mannað bólkin POING

Alt slag av tónleiki hevur teirra áhuga, heilt frá klassiskum til rokk og fólkatónleik. Teir spæla fyri tað mesta nýggjan heimstónleik. Teir eru eyðkendir fyri arbeiða seg djúpt inn í ymisk sløg av tónleiki, ið teir geva sín egna stíl. Teir hava m.a. arbeitt saman við Dubliners og Arlo Guthri úr Runrig, umframt at teir hava spælt saman við symfoniorkestrum ymsta staðni í heiminum. Eisini hava teir arbeitt við etniskum tónleiki saman við tónleikarum úr Afrika, Persia og Samalandi.