14-08-2012

Frítíð og frídagar skúlaárið 2012/2013

Musikkskúlin fylgir fólkaskúlaárinum. Tó eru 2 frídagar ið skúlarnir leggja sjálvir. Í musikkskúlanum verða frídagarnir hildnir hósdagin 3. januar og fríggjadagin 4. januar 2013.


Summarfrítíð: fríggjadagin 29. juni – sunnudagin 19. august
Heystfrítíð: leygardagin 13. oktober - sunnudagin 21. oktober
Jólafrítíð: leygardagin 22. desember – sunnudagin 6. januar
Páskafrítíð: leygardagin 23. mars – týsdagin 2. apríl
Flaggdagur: hósdagin 25. apríl
Dýri Biðidagur: fríggjadagin 26. apríl
Kr. Himmalsfarardagur: hósdagin 9. mai
Hvítusunnufrítíð: leygardagin 18. mai - mánadagin 20. mai
Grundlógardagur: mikudagin 5. juni
Summarfrítíð: leygardagin 29. juni - sunnudagin 18. august

Allir nevndu dagar vera roknaðir sum frídagar.

Árliga skúladagatalið er 198 dagar. Í skúlaárinum 2012/2013 verða tveir dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar.

Um so er, at ein skúli ella lærari heldur vil nýta aðrar frídagar enn teir ásettu 3. og 4. januar 2013, kunnu lærari og leiðari á staðnum gera avtalu um tað.

Lærarar kunnu gera avtalu um at flyta arbeiðstíð frá juni mánaði 2013 og nýta hana fyrr í skúlaárinum. Undirvísingin heldur tá uppat samsvarandi í juni 2013.

Martin Mouritsen