12-09-2011

Frídagar í 2011/2012

Musikkskúlin fylgir fólkaskúlaárinum. Tó eru 3 frídagar ið skúlarnir leggja sjálvir. í musikkskúlanum verða hesir frídagar týsdagin 3. januar, mikudagin 4. januar og hósdagin 5. januar 2012.
         
                  Rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum
                                       skúlaárið  2011/2012

Summarfrítíð:                     fríggjadagin 24. juni –sunnudagin 14. august
Heystfrítíð:                      leygardagin 8. oktober - sunnudagin 16. oktober
Jólafrítíð:                       leygardagin 17. desember – hósdagin 5. januar
Páskafrítíð:                      leygardagin 31. mars –týsdagin 10. apríl
Flaggdagur:                       mikudagin 25. apríl
Dýri Biðidagur:                   fríggjadagin 4. mai
Kr. Himmalsfarardagur:            hósdagin 17. mai
Hvítusunnufrítíð:                 leygardagin 26. mai - mánadagin 28. mai
Grundlógardagur:                  týsdagin 5. juni
Summarfrítíð:                     fríggjadagin 29. juni - sunnudagin 19. august

Allir nevndu dagar vera roknaðir sum frídagar.

Árliga   skúladagatalið   er   198   dagar.   Í   skúlaárinum   2011/2012   verða   tríggir   dagar   til   taks,   ið
skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar.

Loyvt verður skúlum í samráð við skúlastýrið at leggja 1 viku til vertrafrí í skúlaárinum. Hetta
skal    verða   gjørt  soleiðis,  at  teir  tríggir  dagarnir,   ið  eru   til  taks,  og  tveir  frídagar   frá
dymbildagavikuni, verða nýttir til vetrarfrítíðina.

Skrivliga   próvtøkan   byrjar   mánadagin   14.   mai   og   endar   týsdagin   22.   mai   2012.   Munnligu
próvtøkurnar verða í tíðarskeiðinum frá mánadegnum 11. juni til hósdagin 28. juni 2012, báðir
dagar íroknaðir.

Landsroyndirnar í 4. flokki eru mánadagin 12. mars og týsdagin 13. mars 2012.
Landsroyndirnar í 6. flokki byrja mikudagin 14. mars og enda fríggjadagin 16. mars 2012.

Eingir    frídagar   verða  lagdir   teir  dagar,  ið  eru  settir  til  skrivliga  ella  munnliga   próvtøku,
landsroyndir ella í praktikktíðarskeiðinum hjá skúlunum.

Gjørt   verður   vart   við,   at   lærararnir   skulu   verða   tøkir   eina   viku   fyri   skúlaársbyrjan,   tað   er
mánadagin 13. august 2012.

Mentamálaráðið

Olaus Jespersen
                                                deildarstjóri