03-11-2006

Floytunæmingar í Christianskirkjuni

Leygardagin fara floytunæmingar frá teim ymsu tónleikaskúlunum í Føroyum at hava konsert í Christianskirkjuni, við samanspæli og solostykkjum.


Leygardagin 4. november kl. 17.00 verður konsert í Christianskirkjuni í sambandi við at floytudagur er í Klaksvík.
Floytunæmingar frá teimum ymsu tónlistaskúlunum í Føroyum koma saman at venja allan dagin. Aftaná verður konsert við samanspæli og solostykkjum.
Vit eiga nógvar góðar floytunæmingar, og hetta er gott høvi at hoyra tað, tey arbeiða við, sigur Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð, leiðari á Klaksvíkar Tónlistaskúla.


(C) M Gunnarsson - Sosialurin